Um okkum
Sushi Daily er matstova í SMS við sushi og øðrum asiatiskum serrættum. Sushi Daily er altjóðað matstovuketa, ið bjóðar góðsku hondgjørt Sushi runt um í øllum Europa. Tað serliga við Sushi Daily, er umframt høgu góðskuna og góða smakkin, at allir rættir og øll tilgerð verður framleidd beint frammanfyri tær. Tú sært allar okkara rættir á heimasíðuni, og her er eisini møguligt at bíleggja. Tú velur vørur, fer til kassan og løtu seinni er maturin klárur at heinta í matstovuni.
Sushi Daily søgan byrjaði við einum lyfti. Einum lyfti, ið varð givið av Sushi Daily stovnaranum Kelly Choi til hennara mentor og sushimeistara Yamamoto-San. Hon lovaði honum, at atkoma og góðska skuldi ganga hond í hond, og at Sushi Daily altíð fór at stremba eftir, at gera heimsins besta sushi.
Ynskja tit at seta tykkum í samband við okkum, so kunnu tit skriva til okkara á sushi@sushidaily.fo.
Vit hava opið soleiðis:
Mánadag til leygardag kl. 10.30-19.00