Privatlívspolitikkur
Endamál: Endamálið við hesum politikkið er at upplýsa fyri kundum, hvørjar upplýsingar vit innheinta og viðgera í sambandi við kundaviðurskifti.
Hendan kunningin lýsir, hvussu P/f Dvøljan verjir tínar persónsupplýsingar og tíni lógfestu rættindi. Sum liður í handilsrakstrinum, skráseta og brúka vit upplýsingar um teg. Øll viðgerð av persónsupplýsingum verður gjørd í trúnaði samsvarandi galdandi lóggávu um persónligar upplýsingar.
Hví skráseta og brúka vit tínar persónsupplýsingar?
Vit skráseta og brúka tínar upplýsingar fyri at halda tær avtalur, ið eru gjørdar við teg, undir hesum avtalur um keyp av vørum og tænastum.
Hetta merkir, at vit skráseta og brúka upplýsingar tá:
- tú hevur gjørt ella umhugsar at gera avtalu við okkum um tænastur ella eina vøru.
- tú hevur givið samtykki til, at vit kunnu brúka tínar upplýsingar til eitt ávíst endamál.
- vit hava løgfrøðiliga heimild til tað. Til dømis sambært skattalógini, bókhaldslógini, betalingslógini og dátuverndarlógini.
Vit skráseta og brúka eisini tínar upplýsingar í sambandi við marknaðarføring og annað tænastuvirksemi, undir hesum:
- Kundatænasta og fyrisiting.
- Menning av vørubólkum, tænastum, skipanum og handlum.
- Marknaðarføring av vørum og tænastum.
- Eyðmerking og góðkenning av kundum.
- Fyri at liva upp til lógarásett krøv.
Vit heinta upplýsingar beinleiðis frá tær ella við at eygleiða tína atferð, tá ið tú til dømis:
- fyllir út frymlar í sambandi við bílegging av tænastum og vørum.
- brúkar ávikavist heimasíðu, appir og tænastur hjá okkum.
- luttekur í kundakanningum ella átøkum, ið vit skipa fyri.
Hvørjar upplýsingar skráseta og brúka vit?
Vit skráseta og brúka ymisk sløg av persónsupplýsingum alt eftir hvørjar tænastur ella vørur, tú bíleggur ella ert áhugað/-ur í. Undir hesum:
- Grundleggjandi persónsupplýsingar sum t.d. navn, telefonnummar, teldupostadressa og bústaður (upplýsingar, ið tú sjálv/sjálvur skrásetur).
- Upplýsingar um tær tænastur og vørur, tú umbiður.
Farspor
Tá ið tú vitjar www.sushidaily.fo, brúka vit farspor-tøkni (cookies) at kenna tína teldu, telefon, teldil o.tíl. aftur. Á henda hátt kunnu vit veita tær ta bestu persónligu tænastuna og miðvísa okkara marknaðarføring. Eitt farspor er ein tekstfíla, ið fortelur okkum, hvussu leingi tú vitjar heimasíðuna, um tú hevur vitjað okkum fyrr, hvørjar síður tær dámar best o.a. Farspor kunnu eisini innheinta persónsupplýsingar um teg, so sum tína IP-adressu og tínar vanar á alnótini.
Heimild
Viðgerðin av tínum persónsupplýsingum krevur, at vit hava heimild til tess. Alt eftir hvør viðgerð talan er um, er heimildin eitt av hesum niðanfyri:
- Heimildin er neyðug fyri at halda ta avtaluna, sum tú ert partur av (til dømis, tá ið tú keypir okkara vørur).
- Viðgerðin er neyðug fyri at lúka rættarligu skyldu okkara sambært galdandi lóggávum, undir hesum roknskaparlógin og skattalógin.
- Vit beinleiðis hava innheintað samtykki frá tær til viðgerðina.
Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?
Vit goyma tínar upplýsingar so leingi, tað er neyðugt til tað endamál, tínar upplýsingar eru skrásettar og brúktar til. Vit goyma tí altíð tínar upplýsingar so leingi, vit veita tær eina tænastu ella eina vøru. Hevur tú keypt eina vøru ella eina tænastu frá okkum, goyma vit tínar upplýsingar í fimm ár fyri at liva upp til okkara skyldu sambært bókhaldslógini.
Hevur tú teknað hald av tíðindabrævið, verða tínar upplýsingar goymdar til tú meldar haldið frá.
Triðipartur
Persónsupplýsingar frá triðjaparti
Vit skráseta og brúka upplýsingar frá triðjaparti, til dømis frá peningastovnum og gjalds- og tænastuveitarum, tá ið tú brúkar tíni gjaldskort ella aðrar gjaldstænastur. Vit skráseta og brúka upplýsingarnar, tá ið tú skal gjalda.
Triðipartar, sum fáa tínar upplýsingar
Í summum førum lata vit triðipartum tínar upplýsingar. Undir hesum upplýsingar til almennar stovnar, har hetta er álagt okkum. Til dømis til TAKS, hagtølsendamál og líknandi.
- Vit kunnu lata samstarvsfeløgum tínar upplýsingar, um vit hava títt samtykki ella lógfestan rætt til tess.
- Í sambandi við menning av KT, hýsing og tænastuveiting flyta vit tínar persónsupplýsingar til dátaviðgerar. Vit tryggja, at tíni rættindi eru vard, og at trygdin verður varðveitt í tílíkum flutningin av dátum.
Tíni rættindi
Innlit í tínar persónsupplýsingar
Tú kanst fáa innlit í teir upplýsingar, vit hava goymt og skrásett um teg, undir hesum hvaðani tær stava, og hvat tær verða brúktar til. Tú kanst fáa innlit í, hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar, og hvør móttekur upplýsingarnar alt eftir, um tær verða latnar víðari. Rætturin at fáa innlit kann tó vera avmarkaður við lóg ella skerdur, um so er, at ávísar upplýsingar gera seg inn á rættindi hjá øðrum.
Tíni rættindi
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykki til, at upplýsingar um teg verða viðgjørdar, aftur. Í summum førum hevur tú rætt at tala at viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, og sýta fyri, at tær verða brúktar. Eru upplýsingar, sum verða viðgjørdar um teg, skeivar, ófullfíggjaðar ella týdningarleysar, hevur tú rætt til at fáa tær rættaðar ella strikaðar. Hetta tó bara, um eingin onnur lóg forðar fyri tí.
At taka samtykki aftur
Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykkið aftur. Gev gætur, at um tú tekur samtykkið aftur, eru vit ikki før fyri at veita tær ávísar tænastur ella vørur. Vit goyma tó tínar persónsupplýsingar, um vit hava tørv á teimum fyri at halda eina avtalu við teg, ella um vit hava lógásetta skyldu til tess.
Samband og rætt til kæru
Hevur tú spurningar viðvíkjandi tínum rættindum og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónsupplýsingar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Teldupostur: datuvernd@sms.fo
Tinghúsvegur 47
Postboks 1059
110 Tórshavn
Tlf.: +298 341900